Flytingar í fótbóltsheiminum: Hetta siga altjóða miðlar í dag

Sum altíð tá flytingarvindeyga er opið í altjóða fótbólti, eru leysusøgurnar nógvar í tali.

Mynd av nógv umtalaða Poul Pogba, ið eftir øllum at døma leitar eftir nýggjari avbjóðing

Mynd av nógv umtalaða Poul Pogba, ið eftir øllum at døma leitar eftir nýggjari avbjóðing

Er tíðin hjá Pogba í Manchester United um at vera av?

26 ára gamli franksmaðurin Poul Pogba hevur áður gjørt tað klárt, at honum leitar eftir einari nýggjari avbjóðing. Norski Manchester United venjarin Ole Gunnar Solskjær segði í gjár soleiðis um støðuna:

-Vit eru Manchester United og fara undir ongum umstøðum at verða noyddir at selja Pogba. Vit hava sum nú er ein sterkan hóp, og eg haldi sjálvur at Poul Pogba hevur verið fyrimyndarligur hesa seinasti tíðina.

Bæði Poul Pogba og umboðsmaður hansara Mino Raiola, hava verið nógv úti um seg í miðlunum, har tað tykist, sum at teir vilja finna eitt nýtt felag. Í 2016 skifti Pogba frá Juventus til Manchester United, fyri 738 milliónir krónir, og tey trý árini hann hevur havt í Manchester United hava ikki gingið eftir vild. Real Madrid verður oftast sett í samband við Poul Pogba, og spanska høvuðstaðarfelagið hevur helst størsta møguleika at fáa Poul Pogba á sín miðvøll komandi kappingarár.

##med2##

Skal Lukaku spæla í Serie A komandi kappingarár?

Stóri Belgiski áleyparin kann verða ávegis til italskan fótbólt. Samráðingarnar ímillum feløgini hava ikki elvt til nakað enn, og bløð, sum (Skysports) skriva at umboðsfólk hjá Inter eru í Manchester í løtuni, har tey royna at fáa avtalu í lag. Lukaku hevur havt tað trupult seinasta kappingarárið og honum tykist ikki rættiliga at passa inn í Manchester United hópin. Tey flestu bløðini skriva at Manchester United vil selja, men bert fyri rætta prísin. Rætti prísurin er eftir øllum at døma slakar 560 milliónir krónir.

##med3##

 

 

 

Mynd av nógv umtalaða Poul Pogba, ið eftir øllum at døma leitar eftir nýggjari avbjóðing

Her sæst 26 ára gamli Manchester United áleyparin Romelu Lukaku