Flytingarvindeygað er latið aftur

Premier League: Arsenal hevur bæði keypt og selt í dag

Flytingarvindeygað í Premier League er latið aftur. Arsenal, Tottenham, Everton og Newcastle hava fingið tilgongd, meðan Wilfred Zaha er í øðini í Crystal Palace.

 Arsenal hevur havt úr  at gera í flytingarvindeyganum. Inn eru komnir Nicolas Pépé, William Saliba, Gabriel Martinelli og Dani Ceballos. Í dag kom so eisini vinstri bakkurin, Kieran Tierney, frá skotska Celtic. Hartil eru forarbeiðið gjørt til keypið av David Luiz frá Chelsea. Tað er ikki kunngjørt enn, men skiftið kann fara fram, hóast vindeygað í prinsippinum er latið aftur.

 ##med2##

Everton hevur í fleiri førum roynt at keypa Wilfred Zaha frá Crystal Palace. Tað bleiv ikki til nakað, tí Crystal Palace vil ikki selja. Nú skriva bretskir miðlar, at Everton í evstu løtu hevur bjóðað góðar 280 milliónir krónur upp á Alex Iwobi hjá Arsenal. Boðoð er góðtikið og arbeitt verður við at fáa skiftið góðkent.

Tottenham hevur í dag leigað argentinska Giovani Lo Celso frá Real Betis. Sky Sports skrivar, at talan er um leigu sáttmála, har Tottenham eftir hetta kappingarárið kann keypa miðvallaran. Tottenham hevur eisini keypt 19 ára gamla Ryan Sessegnon frá Fulham. Tottenham var eisini í samráðingum við Sporting Lisbon um at keypa Bruno Fernandes, men skiftið bleiv ikki til nakað.

Andy Carroll er aftur í Newcastle. Stóri áleyparin er uppvaksin í Newcastle, men skifti í umstríddum umstøðum til Liverpool í 2011, har hann skuldi avloysa Fernando Torres. Síðani hevur hann spælt við West Ham, har skaðar hava gjørt um seg. Miðlarnir skriva, at lønin er tengt at avrikunum á vøllinum.

 ##med3##

Manchester United hevur selt Romelu Lukaku til Inter Milan. Prísurin liggur um 590 milliónir krónur. Tað var annars væntað, at Manchester United fór at fáa onkran avloysara. Her var millum annað 33 ára gamli Mario Mandzukic úr Juventus nevndur, men tað bleiv ikki til nakað.

Manchester City keypti í gjár portugisiska høgra bakkin, João Cancelo, frá Juventus fyri næstan 500 milliónir krónur. Hann avloysir Danilo, sum fór til Juventus fyri áleið 250 milliónir krónur.