Flytingarvindeygað latið aftur: Her eru allar spælaraflytingarnar

KÍ, HB, NSÍ, AB, TB, ÍF, EB/Streymur og Skála gjørdu øll flytingar í summar

Mynd: (Álvur Haraldsen) Mikkel Dahl er nýggjur í hópinum hjá HB

Mynd: (Álvur Haraldsen) Mikkel Dahl er nýggjur í hópinum hjá HB

Klokkan fýra seinnapartin í gjár lat flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandinum aftur. Flytingarvindeygað er galdandi fyri allar spælarar niður í 15 ára aldur. Fleiri feløg gjørdu brúk av møguleikanum at fáa nýggjar spælarar í hópin í summar. Her er ein samanumtøka av flytingunum.

Landsliðsspælari til KÍ

KÍ hevur fingið fýra nýggjar spælarar. Fyrst kom Dávid Langgaard aftur til barndómsfelagið, eftir at hann byrjaði kappingarárið í AB. Seinni kom pólski málverjin, Lukasz Jarosinski, og slovenski miðvallarin David Skrbec.

Longu 6. juni kundi In.fo skriva, at Heini Vatnsdal fór at koma aftur til føroyskan fótbólt og mett var, at føroyski landsliðsspælarin fór at skifta til KÍ. Síðani gekk rúm tíð, áðrenn hann loksins bleiv kunngjærdur sum nýggjur spælari í KÍ, eftir at hann leygardagin spældi sín seinasta dyst fyri Fremad Amager í næstbestu deildini í Danmark.

##med2##

Sebastian Avanzini og Alessio Hyseni eru farnir av landinum aftur, eftir at teir komu til í vetur, meðan Abubakar Ibrahim Aliyu ongantíð er komin vegin fram.

HB fekk sín áleypara

HB hevur fingið tilgongd av danska Mikkel Dahl, sum hevur spælt við Nykøbing í næstbestu deildini í Danmark. Hann fekk sín fyrsta dyst móti B36 á Tórsvølli og skoraði í 2-0 sigrinum. Fyrr í summarsteðginum kom eisini Mads B. Mikkelsen frá Vendsyssel, men føroyski U21 landsliðsspælarin hevur verið skaddur síðani dystin í Løgmanssteypinum móti KÍ.

HB hevur eisini leigað fýra spælarar út til AB. Teir eru Dánjal Reginsson, Ári Arge, Gilli Róason og Leivur Guttesen. AB hevur eisini fingið belgiska Hannes Deboes, sum tað tó ikki verður væntað so nógv av, og Eli S. Christiansson, ið er komin heim í summarferiuni.

##med3##

Úr Superliguni til NSÍ

Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt til NSÍ í flytingarvindeyganum, men dagin fyri at vindeygað lat aftur kom danski Jesper Christjansen. Hann hevur í ár spælt 18 dystir í Superliguni fyri Lyngby, og verður tí mettur sum ein spælari, ið heilt víst hann koma beint á liðið hjá NSÍ og gera mun. Vónin hevur eisini verið at fáa Pól Jóhannus Justinussen aftur í hópin, men higartil er tað bara blivið til nakrar dystir í 1. deild.

TB hevur nú 10 útlendingar

Tvøramenn eru í holt við at seta nýtt met í føroykum fótbólti. Felagið hevur fingið tríggjar nýggjar spælarar í hópin í summar. Talan er um donsku Mark Kongstedt og Mads Altschuler, umframt Filip Obadovic, sum er úr Serbia. Hann verður lýstur sum ein tveir metrar høgur áleypari. TB hevur nú 10 útlendingar í hópinum.

Gamal kenningur í EB/Streymi

EB/Streymur hevur fingið ein gamlan kenning aftur í hópin. Talan er um 34 ára gamal Bárður Olsen, sum er uppvaksin í felagnum, men ikki hevur umboðað EB/Streym síðani 2011. Eisini er hálvi føroyingurin, Albert Theis Nielsen, komin til úr donskum fótbólti. Fyrr í summarsteðginum kom Gestur B. Dam heim úr Danmark at spæla, meðan Bjarni Petersen var leigaður frá B36, men fór at til árstalsfelagið í summar. 

Lítil tilgongd á Skála og Fuglafirði

Tað sær einki út á Skála í løtuni. Ein roynd at fáa tett í verjupartinum var at fáa Petur Paula Mikkelsen heim úr Danmark, og at fáa Harald Højgaard yvir um fjørðin frá NSÍ. ÍF hevur fingið Hans Jákup Lervig frá Víkingi.

##med4##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Mikkel Dahl er nýggjur í hópinum hjá HB

Mynd: (Álvur Haraldsen) Dávid Langgaard (t.h) er aftur í barndómsfelagnum KÍ

Mynd: (Bjarni Enghamar) Dánjal Reginsson (t.v) í dysti móti ÍF í gjár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Haraldur Højgaard (í miðjuni) í dysti móti fyrrverandi liðfeløgunum úr NSÍ