FM 2020 í leirdúgvuskjóting um vikuskiftið

Føroyameistarin í leirdúgvuskjóting 2020 skal finnast

Komandi vikuskiftið 15-16. august, byrja føroyameistara kappingarnar í leirdúgvuskjóting. Byrjað verður við at kappast í TRAP, og vikuskiftið eftir, tann 22. og 23. august, verður kappast í SKEET.

Báðir dagarnir í TRAP verða avgreiddir á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum. Fyrri dagur í SKEET verður skotin á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og dagin eftir verður skotið á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Leygardag verður byrjað klokkan 09.00, og sunnudag verður byrjað klokkan 13.00. Umleið klokkan 16.00 sunnudagin, er greitt hvør er føroyameistari. Afturat heiðurin at verða føroyameistari, telur kappingin eisini við í Føroya Cup, Grand Prix og í úttøkuni til oyggjaleikirnar á Guernsey komandi ár.

 ##med2##

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya.