FM er á KÍ trappuni

Kvinnur: Møguleiki er fyri, at KÍ kvinnurnar í kvøld fara at vinna FM

mynd: nordlysid.fo

mynd: nordlysid.fo

Kvinnukappingin verður ikki liðug fyrr enn hóskvøldið 26. september, men tað er møguleiki fyri, at tað longu í kvøld verður greitt, hvør verður meistari.

Tveir dystir eru á skrá í kvøld. Greipuvinnararnir frá í fjør – EBS/Skála – fáa vitjan av KÍ, og HB fær vitjan av ÍF/Víkingi/B68.

KÍ er topplið við 31 stigum, ÍF/Víkingur/B68 er næstfremst við 28 stigum, og HB er á triðja plássi við 22 stigum.

Um KÍ í kvøld á Eiði vinnur fleiri stig, enn ÍF/Víkingur/B68 vinnur í Gundadali, so verður tað greitt, at KÍ verður meistari.

Umframt at spæla ímóti EBS/Skála í Hólmanum á Eiði í kvøld, so skal KÍ spæla á heimavølli ímóti EBS/Skála sunnudagin og í Gundadali ímóti HB í síðsta umfari.

ÍF/Víkingur/B68 skal spæla á heimavølli ímóti HB sunnudagin, og í síðsta umfari skal EBS/Skála spæla á heimavølli ímóti B36.

 

Í kvøld

EBS/Skála - KÍ: Sámal Einarsson kl. 20.00

HB - ÍF/Víkingur/B68: Jón Tór Baldvinsson kl. 19.30

mynd: nordlysid.fo