Venjarin hjá Søljuni givin

Jn.fo veit í kvøld at siga, at Morten Hust Petersen er givin sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Søljuni

Mynd www.kvf.fo

Mynd www.kvf.fo

Jn.fo skrivar í kvøld, at Morten Hust Petersen hevur boðað Sandavágs Ítróttarfelag frá, at hann frá í dag av, er givin sum venjari hjá Søljuni, sum spælir í Hvonn-deildini. Morten hevur eisini boðað kvinnunum hjá Søljuni frá avgerð síni.

 

Morten sigur í stuttari viðmerking við jn.fo, at arbeiðsbyrðan var vorðin í so stór, tí hevur hann tikið avgerð um at gevast.

 

Søljan hevur í nøkur ár ikki tikið lut í kvinnudeildunum. men eru við í bestu deildini í ár, úrslitini hava ikki verið góð - Søljan hevur higartil leikt 5 dystir og tapt allar við fleiri málum.