FM í Badminton 2020 verður avlýst

Badmintonsamband Føroya hevur tikið avgerð um, at FM í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki 2020 verður avlýst. Hetta er galdandi fyri børn, ung og vaksin. - -- Hetta hevur ikki verið nøkur løtt avgerð at taka - og hevur tað verið nógv ymiskt, sum nevndin hevur skulað tikið atlit til, men vit halda, at hetta er tað rætta at gera, skrivar BSF í tíðindaskrivi í dag.

Orsøkin til avlýsingina er korona-smittan, sum hóttir samfelagið. Harafturat hava spælararnir ikki havt møguleika at vant og kappast síðani Grækarismessu, og eru tey noydd at hava hetta í huganum eisini.

Badmintonsamband Føroya hevur undir tilgongdini samskift við Borðtennissamband Føroya og Judosamband Føroya. Tey trý sambondini eru komin ásamt um, at tað í ár er skilabest at avlýsa Kontrast FM, sum er stóri finaludagurin hjá hesum trimum ítróttagreinunum.

Badmintonsamband Føroya hevur eisini samskift við avvarðandi myndugleikar og corona-ráðgevingina. Hóast dyr vórðu gloppaðar fyri møguliga at taka kappingarárið uppaftur og skipa fyri einum skerdum FM, so hevði hetta á mongum økjum verið avbjóðandi, at mett tað vera skilabest at avlýsa allar ársins FM-kappingar.

Hóast hetta, hevur BSF havt samband við corona-ráðgevingina um, at feløgini kunnu halda áfram at venja. Her hava tey fingið greiðar mannagongdir, soleiðis at reinføri og frástøða er í lagi, og hervið fáa minka um smittuvandan. BSF fegnast um hetta, tí hóast onki FM, so kunnu spælararnir byrja venjingarnar aftur í tryggum umstøðum til kappingarnar byrja.