Liverpool tapti í Danmark

Liverpool tapti í kvøld venjingadyst móti danska felagnum Brøndby.

Liverpool spældi í kvøld sín fyrsta venjingardyst í hesum kappingarárinum. Dysturin var móti danska felagnum Brøndby, ið er fyrrverandi felagið hjá Liverpool leikaranum Daniel Agger.

 

Stórur munur var á fyritreytunum hjá liðunum undan dystinum, tí kappingarárið hjá Brøndby fer í gongd longu um 4 dagar, meðan Premier League ikki byrjar fyrrenn um góðan mánað.

 

Liverpool manglaði eisini fleiri av profilunum á liðnum til dystin í kvøld. Millum kendastu leikararnar á Liverpool liðnum í kvøld vóru Daniel Agger, Philippe Coutinho og Fabio Borini.

 

Brøndby vann dystin 2-1. Málskjúttar hjá Brøndby vóru Christian Nørgaard og Ferhan Hasani. Einsamalla málið hjá Liverpool skeyt ungi svenski leikarin, Kristoffer Peterson.