Endaspælið byrjar í dag

Tað er ikki bara í Føroyum, at U21-fótbóltur verður leiktur í hesum døgum

Føroyska U21-landsliðið er ikki einasta U21-landsliðið, sum skal í eldin í kvøld. Føroyar leika undankappingardyst til EM í 2017, men tað er eisini í dag, at EM-endaspælið 2015 fyri U21-landslið byrjar.

 

Kappingin verður hildin í Kekkia. Fyrsti dysturin í hesari kapping byrjar samstundis sum dagsins, føroyski dystur, ið er klokkan 17. Ríkisfelagsskapurin sleppur av álvara at royna seg í U21-høpi í dag, tí at fyrsti dystur í EM-endaspælinum í Kekkia verður leiktur ímillum Kekkia og Danmark. Størsta stjørnan á danska U21-landsliðnum er Pierre Emile Højbjerg, ið spælir við týska Bayern Múnchen. Højbjerg hevur verið ivasamur til dagsins dyst, men sambært donskum miðlum er hann klárur kortini.

 

Dysturin verður vístur beinleiðis á donsku sjónvarpsrásini, DR3.