Liverpool og Tottenham viðari

Champions League: Manchester City stendur eftir við ongum

Mynd: (Scanpix) Heung-Min Son skoraði tvær ferðir og var stóra hetjan hjá Tottenham

Mynd: (Scanpix) Heung-Min Son skoraði tvær ferðir og var stóra hetjan hjá Tottenham

Tottenham hevur tikið øll á bóli í kvøld og sent Manchester City úr Champions League. Í avbera hendingaríkum dysti á Etihad leikvøllinum vann Manchester City 4-3, men tapur samanlagt. Liverpool vann í Portugal og skal møta FC Barcelona í hálvfinaluni.

Tottenham hevði ein 1-0 sigur við í skjáttini til Manchester, men eftir bara fýra minuttir hevði Raheem Sterling skorað til 1-0. Síðani ber illa til at greiða frá øllum sum hendi, tí aftaná 21 minuttir stóð 3-2 til Manchester City, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki skoraði Sergio Aguero málið, sum fyribils sendi heimaliðið víðari, men innskifti Fernando Llorente vildi tað øðrvísi. Hann skoraði til 4-3, sum eisini bleiv endaliga úrslitið. Við sigrinum í fyrra dystinum, so vinna gestirnir við fleiri skoraðum málum á útivølli.

Tað var stórur dramatikkur í yvirtíðini, tá Raheem Sterling helt at hann hevði sent Manchester City víðari, eftir ein brølara frá danskaranum í Tottenham, Christian Eriksen. Eftir hjálp frá VAR bríkslaði dómarin fyri rangstøðu og Tottenham slapp við skrekkinum, og er í hálvfinaluni, sum verður móti Ajax.

 

Liverpool lættliga víðari

Liverpool kom samanlagt lættliga víðari í uppgerðini móti FC Porto. Teir reyðu úr Onglandi vunnu fyrra dystin 2-0 á Anfield og vóru tí stórir favorittar at koma víðari. FC Porto legði nógv fyri frá byrjan, men við fyrsta skotinum á portugisiska málið skoraðu gestirnir.

Síðani hevði Liverpool fult tamarhald á støðuni og vann 4-1. Samanlagt vinnur Liverpool 6-1 og skal spæla móti FC Barcelona í hálvfinaluni.

 

Champions League 1/4 finalur:

FC Porto (0) - (2) Liverpool 1-4

0-1 Sadio Mané

0-2 Mohamed Salah

0-3 Roberto Firmino

1-3 Eder Militao

1-4 Virgil van Dijk

Liverpool vinnur samanlagt 6-1

 

Manchester City (0) - (1) Tottenham 4-3

1-0 Raheem Sterling

1-1 Heung-Min Son

1-2 Heung-Min Son

2-2 Bernardo Silva

3-2 Raheem Sterling

4-2 Sergio Aguero

4-3 Fernando Llorente

Tottenham vinnur samanlagt 4-4 við fleiri útivallarmálum

 

 

Mynd: (Scanpix) Heung-Min Son skoraði tvær ferðir og var stóra hetjan hjá Tottenham

Mynd: (Scanpix) Liverpool spælararnir fegnast um eitt av teimum fýra málinum