FM-tiltakið er útsett

Badminton, borðtennis og judo fáa ikki avgreitt sínar FM-kappingar sum ætlað.

Stóra FM-finalutiltakið, sum borðtennis, badminton og judo árliga ganga saman um, verður ikki sum ætlað tann 18. apríl. Orsøkin er korona-smittan.

- Sersambondini eru samd um, at hetta má útsetast – men tó er enn ongin dagur ásettur, skriva Badmintonsamband Føroya, Borðtennissamband Føroya, og Judo Føroyar í felags tíðindaskrivi í dag.

- Sersambondini tosa saman um hetta aftur eftir páskir, og so verður støða tikin, alt eftir hvør tilráðingin frá heilsumyndugleikunum er tá, siga tey trý sersambondini.