##med2##
Í fyrsta Fótbóltspanelinum á FM1 í hesum árinum róðu Tróndur Arge og Heri Simonsen aftur á fótbóltsárið 2020.
Spæld vóru hæddarpunkt frá minniligum dystum í Betrideildini, løgmanssteypinum, Europa League, Nations League og U21 undankappingini.
Tróndur Arge staðfesti, at talan var um eitt ógvuliga minniligt kappingarár, har heimsins eygu vóru á Føroyum tey fyrstu umførini í mai í fjør, tá vit vóru millum fáu londini sum hevði eina fótbóltskapping í gongd. Eksponeringin á norska TV2 og á øðrum útlendskum miðlum.
Góðu avrikini hjá B36 og KÍ í Evropa, sigurin hjá A-landsliðnum í Nations League bólkaspælinum, og teir tríggir sigrarnir hjá U21-landsliðnum við nýggja venjaranum, Sámal Eriki Hentze gjørdu hetta til eitt framúr gott føroyskt fótbóltsár.