FM1: Áhugin uttanlands fyri KÍ er sera stórur

(FM1 í Dublin) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við marknaðarleiðaran og miðlamannin hjá KÍ, Róa Clementsen

Her sæst marknaðarleiðarin og miðlaleiðarin hjá KÍ, Rói Clementsen til venjingina hjá KÍ á Aviva leikvøllinum í Dublin

Her sæst marknaðarleiðarin og miðlaleiðarin hjá KÍ, Rói Clementsen til venjingina hjá KÍ á Aviva leikvøllinum í Dublin

##med2##

Rói Clementsen er marknaðarleiðari og miðlafólk hjá KÍ.

Síðani Rói kom uppí starvsnevndina hjá KÍ hevur hann gjørt nógv fyri at sjónliggera KÍ á sosialum miðlum sum Facebook og Instagram.

Næsta talgilda takið er ein nýggj heimasíða, ið fer at minna nógv um heimasíðurnar hjá Premier League feløgum. Har fer KÍ eisini at gera nógv við netsølu av KÍ-búnum og øðrum fjepparalutum.

- Áhugin uttanlands fyri KÍ er stórur, greiðir Rói Clementsen frá. Og eitt spennandi sum er á gáttini er, at eitt KÍ-fjepparafelag verður stovnað í Italia í næstum. 

Tað er minni enn eitt samdøgur til størsta dystin í søguni hjá KÍ, Europa League Play Off dystinum á Aviva leikvøllinum í Dublin móti Dundalk FC. Dysturin byrjar klokkan 19.30 hóskvøldið.

Rói Clementsen sigur, at hann er bjartskygdur av lyndi, og hann hevur vónir um, at KÍ ber at bera sigurin heim.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Róa Clementsen aftaná teir høvdu vitjað Aviva leikvøllin í Dublin. 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Longu klokkan 15 til 17 verður ein upptakssending við Tróndi Arge og Hera Simonsen. 

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

HER  ber til hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við samskiparan hjá Betrideildarliðnum hjá KÍ, Kaj Dam.

HER  ber til at hoyra samrøðuna, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við sponsorsamskiparan hjá KÍ, Jákup Eydnugarð.

HER  ber til at hoyra samrøðuna, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við fíggjarleiðaran hjá KÍ, Hilmar Danielsen.

Her sæst marknaðarleiðarin og miðlaleiðarin hjá KÍ, Rói Clementsen til venjingina hjá KÍ á Aviva leikvøllinum í Dublin

(Samrøða úr Dublin: Rói Clementsen)