FM1: Altjóða dystir undir øðrvísi umstøðum (FM1)

(FM1) Aðalskrivarin hjá FSF, Virgar Hvidbro var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið at práta um umfatandi landsliðsvirksemi í heyst

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

Føroyar hava tilsamans níggju fótbóltslandslið, og frá 11. august til 1. desember skulu hesi lið spæla í minsta lagi 50 dystir. Talan er um venjingarkappingar, venjingardystir, UEFA Nations League, EM-undankappingardystir og aðrar smærri kappingar.

U15-landsliðið við gentum leggur fyri tann 11. august, tá fari verður til “Talentstævne” í Horsens í Danmark, og síðan er landsliðsfótbóltur á skránni mestsum uttan steðg til 1. desember, tá A-landsliðið við kvinnum spælir seinasta dystin í EM-undankappingini.

Eisini skulu føroysku felagsliðini, KÍ í Champions League undankappingini, og HB, B36 og NSÍ í Europa League undankappingini í eldin ávikavist 18. august og 20. august. Tað serliga er, at talan verður bara um ein dyst, og tí ræður um at vinna lutakastið til heimavøllin eisini.

Allir altjóða dystir vera uttan áskoðarar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við aðalskrivaran hjá FSF, Virgar Hvidbro í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin. 

Savnsmynd

(Samrøða: Virgar Hvidbro)