##med2##
Argentinski Cristian Imhoff, ið hevur eina fortíð sum fulltíðar yrkisspælari í flogbólti er saman við familjuni fluttur til Klaksvíkar.
Cristian Imhoff er leikandi hjálparvenjari hjá Mjølni, og hann hjálpar eisini til við venjingini av kvinnuliðnum hjá felagnum.
Cristian sigur seg stórtrívast saman við familjuni, og hann heldur, at tað sum hann upplivdi á steypahálvfinaludegnum í Badmintonhøllini í Klaksvík í dag var á høgum støði.
Tó heldur argentinin ikki, at fimleikahallir áttu at verið loyvdar sum leikvøllur til flogbólt á hægsta støði í Føroyum.
Nú gleðir hann seg steypafinaluna og FM-finalurnar har ÍF verður mótstøðuliðið.