FM1: Atli skrivar í loggbókina fyri seinastu ferð

Atli Gregersen hevur fyri seinastu ferð gjørt táttin “Captain’s logbook”

Atli Gregersen spælir í kvøld sín seinasta landsdyst fyri Føroyar. Hann hevur verið liðskipari síðani 2016, og síðani tá hevur FM1 havt táttin “Captain’s log book”, har liðskiparin hevur seinasta orðið undan dystinum.

- Lagið hevur ikki verið so gott eftir dystin móti Norra, men vit avtalaðu at tá vit vaknaðu í dag (sunndagin), so skal lagið verða gott. Sólin kemur altíð upp aftur, sigur Atli Gregersen.

Hann tosar um týdningin av liðskiparabandinum og hvussu liðið fyrireikar seg til dystin móti Svøríki. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 19.45 í kvøld. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

##ms##

FM1: Samrøða við Atla Gregersen