FM1: Avrikini móti TB, AB og ÍF í fyrsta triðingi skemma

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá Vìkingi, Eyðun Klakstein fegnast um sigurin í dag, men samlað hava fyrstu 12 umførini ikki verið heilt heilt nøktandi

Eyðun Klakstein hevði ynskt sær fýra til sjey stig meira, so hevði tað líkst hjá Víkingi

Eyðun Klakstein hevði ynskt sær fýra til sjey stig meira, so hevði tað líkst hjá Víkingi

##med2##

Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat gjørdi liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen sjálvmál. Tað gjørdist tó ikki talan um stóran skaða, tí við tveimum málum syrgdi málrevurin, Finnur Justinussen fyri, at Víkingur vann 2-1 á AB í Sarpugerði í Norðragøtu.

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Eyðun Klakstein heldur, at Víkingur gjørdi tað sum kravdist av teimum fyri at vinna heimadystin á AB í dag.

Eyðun Klakstein fegnast um, at málskjótingin hjá Finni Justinussen tykist at vera komin í gongd, og hann fegnast eisini um, at Víkingur nú megnar at vinna á botnliðunum.

Javnleikirnir móti AB og TB og ósigurin fyri ÍF í fyrsta triðingi skemma samlaða avrikið hjá Víkingi. Sjey ella bara fýra stig aftrat teimum 20 stigunum Víkingur hevur nú, so hevði Eyðun verið betri foreintur við avrikið fyrstu 12 dystirnar.

Eyðun gevur sínum spælarum frí í eina viku, men teir skulu hava rennivenjingar hvørsæris í komandi viku.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Eyðun Klakstein. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen, reportari hjá FM1 gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen. 

Eyðun Klakstein hevði ynskt sær fýra til sjey stig meira, so hevði tað líkst hjá Víkingi

(Samrøða: Eyðun Klakstein)