##med2##
Annar hevur spælt átta steypafinalur og hevur vunnið sjey av teimum. Hin hevur spælt eina steypafinalu, ið hann vann fyri tveimum árum síðani.
Royndi málverjin, Ári E. Dam sum hevur vunnið steypafinaluna sjey ferðir við Neistanum tey fyrru árini, og við H71 seinnu árini, og ungi stórskjúttin hjá Neistanum, Dánjal Ragnarsson vitjaðu hondbóltssendingina sum var á FM1 seinnapartin í dag.
Báðir vænta teir ein grótharðan dyst, og báðir vænta at farið verður til longda leiktíð har júst teirra lið fer at knógva sigurin heim.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Ára E. Dam og Dánjal Ragnarsson á FM1 seinnapartin í dag.
FM1 sigur beinleiðis frá steypafinaluni millum H71 og Neistan hjá monnum, ið byrjar klokkan 19.30 leygarkvøldið.