FM1: Beiskt at vera so nær einum góðum úrsliti

(FM1) Hoyr samrøður við veteranin, Rók Akralíð og Jónas G. Djurhuus gjørdar aftaná tepra ósigurin fyri Ukraina

Tepra tapið fyri Ukraina kendist beiskt fyri Jónas G. Djurhuus

Tepra tapið fyri Ukraina kendist beiskt fyri Jónas G. Djurhuus

##med2##

Tveir føroyskir landsliðsspælarar, ið høvdu eina heldur beiska kenslu aftaná tepra 25-26 (11-16) tapið fyri Ukraina í EM-undankappingardystinum á Hálsi vóru veteranurin, Rókur Akralíð og Jónas G. Djurhuus.

Rókur hevur tikið nógv tøk fyri føroyska landsliðið farnu 16 árini, og tað svíður at vera so nær einum góðum úrsliti, men Rókur dregur eisini fram ótrúliga avrikini hjá teimum blaðungu spælarunum sum Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákuni West á Teigum, og hann er vónríkur um framtíðina hjá føroyska landsliðnum.

- Hetta kennist beiskt, staðfestir Jónas G. Djurhuus. Jónas er tó fegin um loksins at sleppa at spæla á heimavølli aftur í Føroyum í einum landsdysti fyri fyrstu ferð síðani U21-bragdið í 2017. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rók Akralíð og Jónas G. Djurhuus. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð Hildarson Hoydal siga frá dystarendanum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Hjalta Mohr Jacobsen taka samanum dystin, og hoyr samrøðu við Sonni D. V. Larsen, landsliðsvenjara. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teis Horn Rasmussen og Kjartan Johansen. 

Tepra tapið fyri Ukraina kendist beiskt fyri Jónas G. Djurhuus

(Samrøður: Rókur Akralíð og Jónas G. Djurhuus)