FM1: Bersøgin Berthel og málini hjá HB

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum, og hoyr høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou seta orð á týdningarmikla sigurin

Afturkomni Tróndur Jensen gjørdi tað framúr á miðvøllinum hjá HB í kvøld

Afturkomni Tróndur Jensen gjørdi tað framúr á miðvøllinum hjá HB í kvøld

##med2##

Jens Berthel Askou og HB hava takið á B36 hetta kappingarárið, og í løtuni er HB greitt oddalið í Betrideildini, sjey stig frammanfyri KÍ.

HB vann í kvøld 2-1 á B36 á Tórsvølli, B36 kom annars á odda við máli sum Eli Falkvard Nielsen skoraði, men undan steðginum javnaði Hilmar Leon Jakobsen, og stutt inn í seinna hálvleik skoraði Pætur Petersen sigursmálið

HB hevur vunnið allar tríggjar dystirnar á B36 í ár, og hevur málúrtøkuna 8-3 móti B36 hetta kappingarárið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum. Agnar Prestá frá portal.fo var viðmerkjari. 

2) Hoyr ein bersøgnan Jens Berthel Askou staðfesta ein týdningarmiklan sigur. Hann heldur, at B36-arnir fiskaðu dekan ov nógv eftir fríspørkum. Jens Berthel Askou dylur ikki, at tað smakkar honum væl at hava vunnið tríggjar av trimum dystum móti B36 í ár. Jens Berthel Askou er alt annað enn nøgdur við tað sum hann nevnir ein ov harðan spælistíl hjá B36. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.

 

 

Afturkomni Tróndur Jensen gjørdi tað framúr á miðvøllinum hjá HB í kvøld

(B36-HB 1-2. Hoyr málini, og hoyr samrøðu við Jens Berthel Askou)