FM1: Bill og Teitur kunnu fegnast um hvør sín hálvleik

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen og málverjan hjá HB, Teitur Matras Gestsson seta orð á dystin Skála-HB 1-3 (1-0)

Bill McLeod Jacobsen og hansara menn hjá Skála spældu ein framúr góðan fyrra hálvleik móti oddaliðnum HB á heimavølli í dag

Bill McLeod Jacobsen og hansara menn hjá Skála spældu ein framúr góðan fyrra hálvleik móti oddaliðnum HB á heimavølli í dag

##med2##

Skála kendi ikki sína vitjanartíð í fyrra hálvleiki, tá nummar 10 á stigatalvuni, Skála tók móti nummar eitt á stigatalvuni, HB undir Mýruhjalla á Skála í dag.

Skála kom á odda 1-0 beint undan steðginum við máli, ið Jan Ingason Hansen skoraði, men fakta er, at skálamenn høvdu møguleikar til at skora minst tvey mál aftrat í fyrra hálvleiki, men teir tóku ikki av.

Hetta hevndi seg í seinna hálvleiki tá HB fekk høvdið fyri seg, og við trimum málum innanfyri sjey minuttir fekk HB tryggjað sær trý týðandi stig í oddastríðnum.

Skála – HB 1-3 (1-0)

1-0: Jan Ingason Hansen (44.)

1-1: Daniel Johansen br (73.)

1-2: Heðin Hansen (75.)

1-3: Mathias Nygaard (80.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen, ið fegnast stórliga um leikliga avrikið í fyrra hálvleiki. Bill iðrar seg tó um, at hansara menn ikki høvdu eina størru leiðslu í steðginum. Bill er heldur ikki nøgdur við, at Skála ikki fekk tillutað eitt brotsspark, ið var í einari støðu sum var lík støðuni, tá HB fekk tilluttað brotsspark, og fekk javnað til 1-1 og kom tá á sigurskós.

2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við málverjan hjá HB, Teitur Matras Gestsson sum viðgongur, at HB var í ringum skørum í fyrra hálvleiki, og prátast mátti við stórum stavum í steðginum fyri at rætta gongdina. Teitur er tó samanumtikið væl nøgdur við seinna hálvleik, og nøgdur við aftur at kenna sigursrákan aftaná tap og javnleik í teimum tveimum undanfarnu dystunum. 

Bill McLeod Jacobsen og hansara menn hjá Skála spældu ein framúr góðan fyrra hálvleik móti oddaliðnum HB á heimavølli í dag

(Samrøður: Bill McLeod Jacobsen og Teitur Matras Gestsson)