FM1: Blandaðar kenslur hjá Jákup Martini

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi kann hyggja aftur á einum framúrskarandi seinna hálvleik, men í fyrra hálvleiki gekk tað minni væl

Her sæst Jákup Martin Joensen saman við Arnbirni Hansen

Her sæst Jákup Martin Joensen saman við Arnbirni Hansen

##med2##

Tað var við blandaðum kenslum, at høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen kundi hyggja aftur á dystin millum NSÍ og EB/Streym við Løkin í Runavík.

Einsamalla málið hjá, ið Salmundur Bech skoraði fyri NSÍ stutt undan steðginum gjørdist munurin á máltalvuni.

Jákup Martin Joensen er sera væl nøgdur við tað sum hann sá frá sínum monnum í seinna hálvleiki, har teir hildu NSÍ frá at skora.

Men í fyrra hálvleiki heldur Jákup Martin, at EB/Streyms-spælararnir taptu alt ov nógvar aðru bóltar. Hetta fekk liðið rættað væl uppá til seinna hálvleik, og tann partin er hann sera væl nøgdur við.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jákup Martin Joensen. 

HER  ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá sigursmálinum hjá Salmundi Bech. Hoyr eisini samrøðu við sigursmálskjúttan. 

Her sæst Jákup Martin Joensen saman við Arnbirni Hansen

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)