FM1: Dómaraeygleiðarar eru til stóru dystirnar í hondbólti

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við dómaraeygleiðaran, Thomas Juul S. Thomsen undan Faxe Kondi steypafinaluni hjá kvinnunum

Savnsmynd av Thomas Juul S. Thomsen

Savnsmynd av Thomas Juul S. Thomsen

##med2##

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen er saman við Dánjali Samuelsen og Margrið Weihe dómaraeygleiðari til Faxe Kondi steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum í dag.

Beint undan Faxe Kondi steypafinaluna millum kvinnuliðini hjá H71 og Neistan fekk reportarin orðið á Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen.

Thomas Juul greiðir frá, at dómaraeygleiðararnir royna at síggjast og hoyrast so lítið sum til ber, men hoyra teir ólátaligt kjaftaslit móti dómarunum frá beinkinum hjá liðunum sum eru í dysti, so koma teir stundisliga við einari áminning um at hildið verður uppat við slíkum.

Thomas Juul sigur, at teir hava lagt dent á, at allir teir stóru dystirnir í føroyskum hondbólti hava dómaraeygleiðarar so til ber at evaluera dystirnar saman við dómarunum aftaná loknan dyst. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Thomas Juul Sólbjørnsson undan kvinnufinaluni. 

##med3##

Savnsmynd av Thomas Juul S. Thomsen

(Samrøða: Thomas Juul S. Thomsen, dómaraeygleiðari)