FM1: Dráttur syrgdi fyri reinari Vága-finalu hjá kvinnunum

(FM1) Hoyr hvat Anna S. Hansen og Hilda B. Mortensen høvdu at siga um spennandi dystin Dráttur vann 3-1 á Fleyr

Dystarmynd hjá fbf.fo

Dystarmynd hjá fbf.fo

##med2##

Vágafólk kunnu stórfegnast. Dráttur og SÍ hava vunnið seg í steypafinaluna hjá kvinnum, ið verður leikt í høllini á Hálsi í Havn um fjúrtan dagar.

Dráttur vann 3-1. Dráttur vann trý jøvn og tøtt sett meðan Fleyr vann triðja settið sannførandi.

Dráttur-Fleyr 3-1 (25-22, 27-25, 14-25 og 25-22)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hannilena Weihe Simonsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hon tók stutt samanum dystin.

2) Hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við eina fegna Annu S. Hansen hjá Drátti, og eina meira vónsviknari Hildu B. Mortensen hjá Fleyr aftaná spennandi dystin.

##med3##

Dystarmynd hjá fbf.fo

(Dráttur-Fleyr 3-1. Hoyr avgerandi bóltar og samanumtøku við Hannilenu Weihe Simonsen, og samrøður við Annu S. Hansen og Hildu B. Mortensen)

Mynd: Óli G. Samuelsen