##med2##
EB/Streymur stríddist manniliga og hevði stóra æru av dystinum móti B36 við Margáir í Streymnesi í kvøld. B36 hevði væl fleiri málmøguleikar enn EB/Streymur, men hevði B36 brent tveir fleiri, og hevði EB/Streymur sett einum av sínum inn høvdu sundalagsmenn havt eitt úrslit á hondum.
EB/Streymur – B36 0-3 (0-1)
0-1: Magnus Holm Jacobsen 12.
0-2: Eli Falkvard Nielsen 65.
0-3: Árni Frederiksberg 93.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi sum kann vera nøgdur við hugburðin og stríðsviljan, men samstundis iðra seg um, at EB/Streymur ikki tók av sínum málmøguleikum tá B36 hevði trupult við at taka av sínum málmøguleikum.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum dystin. Teitur heldur, at EB/Streymur eigur stóra æru av dystinum. Um B36 sigur Teitur, at teir brenna alt ov nógvar málmøguleikar, og tað kann koma at kosta sera dýrt í kappingini.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum B36 fekk í kvøld. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.