FM1: Ein spentur pápi og fíggjarleiðari er vónríkur

(FM1 í Dublin) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Hilmar Danielsen, ið er fíggjarleiðari hjá KÍ, og pápi Jóannes K. Danielsen

Myndin reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig tók av Hilmari Danielsen á Aviva leikvøllinum í Dublin meðan KÍ vandi

Myndin reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig tók av Hilmari Danielsen á Aviva leikvøllinum í Dublin meðan KÍ vandi

##med2##

Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 fekk eisini orðið á Hilmar Danielsen hjá KÍ, ið hevur tveir leiklutir.

Hilmar Danielsen er fíggjarleiðari í KÍ, og hann er eisini pápi landsliðsspælaran, Jóannes K. Danielsen.

Men Hilmar undirstrikar, at hann er spentur uppá avrikið hjá øllum liðnum hjá KÍ. Hilmar er bjartskygdur eins og hinir starvsnevndarlimirnir í KÍ.

Hilmar staðfestir, at tað hevur verið lættari seinni árini at vera fíggjarleiðari hjá KÍ.

Tað er minni enn eitt samdøgur til størsta dystin í søguni hjá KÍ, Europa League Play Off dystinum á Aviva leikvøllinum í Dublin móti Dundalk FC. Dysturin byrjar klokkan 19.30 hóskvøldið.

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Longu klokkan 15 til 17 verður ein upptakssending við Tróndi Arge og Hera Simonsen. 

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

HER  ber til hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við samskiparan hjá Betrideildarliðnum hjá KÍ, Kaj Dam.

HER  ber til at hoyra samrøðuna, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við sponsorsamskiparan hjá KÍ, Jákup Eydnugarð.

HER  ber til at hoyra samrøðuna, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við marknaðarleiðaran og miðlamannin hjá KÍ, Róa Clementsen.

 

 

Myndin reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig tók av Hilmari Danielsen á Aviva leikvøllinum í Dublin meðan KÍ vandi

(Samrøða úr Dublin: Hilmar Danielsen)