FM1: Endurhoyr seinna hálvleik av fantastiska gulldystinum

(FM1) Hoyr minniligu frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen og Helga H. Hoydal av seinna hálvleiki av finaluni í European Open

Mynd hjá svensku håndbollskanalen, ið eisini viðurkennir framúrskarandi føroyska avrikið

Mynd hjá svensku håndbollskanalen, ið eisini viðurkennir framúrskarandi føroyska avrikið

##med2##

Orð eru fátøk, og allar Ítróttarføroyar senda bestu ynskir og hjartans tøkkir til fantastiska og evnaríka U17 manslandsliðið, ið vann gull í European Open í Gøteborg í Svøríki. Best av 24 londum í sama aldursbólki.

Omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen, ið var í essinum av seinna hálvleiki av finaluni, har Føroyar skelkaðu áskoðarafjøldina í Scandinavium marghøllini í Gøteborg í Svøríki við uppvísningshondbólti.

2) Hoyr skilagóða viðmerkingarnar og eygleiðingarnar hjá Helga H. Hoydal gjøgnum allan hálvleikin.

3) Hoyr dystarendan og fyrstu løtuna aftaná.

Mynd hjá svensku håndbollskanalen, ið eisini viðurkennir framúrskarandi føroyska avrikið

(Hoyr fantastisku frásøgnina av seinna hálvleiki tá Føroyar vunnu gull)