FM1: Eru á rættari kós hóast bert fýra stig eru vunnin

(FM1) Símun Samuelsen, venjari hjá AB er ikki nøgdur við úrtøkuna fyrstu 12 umførini, men hann er bjartskygdur um umførini sum koma

Símun Samuelsen væntar betri dagar hjá AB

Símun Samuelsen væntar betri dagar hjá AB

##med2##

Fýra javnleikir, átta tap og á næstaftasta plássið. Tað er tað sum AB kann vísa á aftaná fyrstu 12 umførini. 

AB tapti 1-2 móti Víkingi í Sarpugerði í dag. Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat gjørdi liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen sjálvmál. Tað gjørdist tó ikki talan um stóran skaða fyri heimaliðið, tí við tveimum málum syrgdi málrevurin, Finnur Justinussen fyri, at Víkingur vann 2-1 á AB í Sarpugerði í Norðragøtu.

Tá annar av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen skal samanfata avrikið undan stutta summarsteðgunum, so er hann als ikki nøgdur. Leikliga heldur Símun tó, at liðið er á rættari leið, og hann er bjartskygdur um, at meira fer at koma burturúr hjá liðnum í teimum komandi umførunum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen, reportari hjá FM1 gjørdi við Símun Samuelsen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein. 

 

 

Símun Samuelsen væntar betri dagar hjá AB

(Samrøða: Símun Samuelsen)