FM1: Evropeiski møguleikin hjá Víkingi liggur í steypakappingini

(FM1) Teitur Joensen heldur, at nú má Víkingur satsa stórt uppá steypakappingina. Hoyr eisini Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara seta orð á 2-4 tapið móti B36

Teitur Joensen heldur, at Eyðun Klakstein (myndin) og hansara menn í Víkingi mugu satsa uppá at sleppa út í Evropa við at vinna steypakappingina

Teitur Joensen heldur, at Eyðun Klakstein (myndin) og hansara menn í Víkingi mugu satsa uppá at sleppa út í Evropa við at vinna steypakappingina

##med2##

Víkingur hevur mangan gjørt tað gott í dystum á ólavsøku farnu 11 árini, men soleiðis var ikki í seinna hálvleiki móti B36 á Tórsvølli í dag. Tó kunnu víkingar vera foreintir við fyrra hálvleik.

B36 – Víkingur 4-2 (2-2)

0-1: Sølvi Vatnhamar (13.)

1-1: Árni Frederiksberg (23.)

1-2: Finnur Justinussen (25.)

2-2: Michal Przybylski (44.)

3-2: Meinhard E. Olsen (62.)

4-2: Sebastian Pingel (69.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein. Eyðun ásannar, at nú mugu teir í Víkingi í arbeiðshandskarnar fyri at fáa eitt líkinda kappingarár. Eyðun staðfestir tó, at B36 á útivølli er ein dystur sum er sera torførur.

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum dystin, og taka samanum umfarið. Teitur heldur, at um Víkingur skal sleppa út í Evropa so mugu teir satsa uppá steypakappingina har teir mangan hava staðið seg væl. Teitur heldur, at lutfalsliga mest jaliga avrikið hetta umfarið stóð AB fyri, ið spældi sín besta dyst hetta kappingarárið móti ÍF. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum seks málunum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg. 

 

 

Teitur Joensen heldur, at Eyðun Klakstein (myndin) og hansara menn í Víkingi mugu satsa uppá at sleppa út í Evropa við at vinna steypakappingina

(Samrøða: Eyðun Klakstein. Samanumtøka: Teitur Joensen)