FM1: Eyðun er als ikki nøgdur við javnleik

(FM1) Hoyr samrøður við Eyðun Klakstein og Sámal Erik Hentze. Hoyr eisini Svenn Ó. Olsen taka samanum 1-1 javnleikin, og hoyr Petur Asbjørn Lervig siga frá málunum

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein er als ikki nøgdur við javnleik 1-1 í fyrru hálvfinaluni móti Víkingi í kappingini um løgmanssteypið

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein er als ikki nøgdur við javnleik 1-1 í fyrru hálvfinaluni móti Víkingi í kappingini um løgmanssteypið

Skála og Víkingur valdu somu loysn sum HB og KÍ í Gundadali ígjár, ein 1-1 javnleik, og ein framhaldandi stóran spenning til seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið um fjúrtan dagar.

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig segði frá málunum sum Jákup Johansen og Sølvi Vatnhamar skutu fyri ávikavist Skála og Víking. Svenn Ó. Olsen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein sum er alt annað enn nøgdur við at spæla 1-1 á heimavølli móti Víkingi. Eyðun slær tó fast, at hann trýr uppá, at hansara menn hava tað sum skal til fyri at vinna seg víðari í finaluna. 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze, ið ikki leggur so stóran týdning í útivallarmálið, men leggur dent á, at tað er nógv eftir at gera hjá Víkingi áðrenn teir hava vunnið seg í finaluna.

4) Hoyr viðmerkjaran, Svenn Ó. Olsen taka samanum dystin. Svenn undirstrikar, at tað er framvegis talan um eina opna samlaða hálvfinaluuppgerð, men Víkingur hevur so ein lítlan fyrimun við útivallarmálinum teir skoraðu á Skála í kvøld. - favorittverdigheit vinnur ongan fótbóltsdyst, tað er bara hart arbeiði sum vinnur ein fótbóltsdyst, sigur Svenn Ó. Olsen. 

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein er als ikki nøgdur við javnleik 1-1 í fyrru hálvfinaluni móti Víkingi í kappingini um løgmanssteypið