FM1: Eyðun iðrar seg um tap aftaná eitt gott avrik

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran seta orð á heimadystin móti KÍ sum Víkingur misti á gólvið seinastu 10 minuttirnar

Hesaferð gekk ikki hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum ímóti einum toppliði á heimavølli í Sarpgerði í Norðrgøtu

Hesaferð gekk ikki hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum ímóti einum toppliði á heimavølli í Sarpgerði í Norðrgøtu

##med2##

Víkingur var á veg móti sínum triðja heimasigri móti einum topp-5 liði á heimavølli í ár, men seinastu 10 minuttirnar bæði javnaði KÍ til 1-1, og skoraði sigursmálið til 1-2.

Víkingur – KÍ 1-2 (1-0)

1-0: Finnur Justinussen (11.)

1-1: Ole Erik Midtskogen (82.)

1-2: Páll A. Klettskarð (90.)

Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá Víkingi hevur blandaðar kenslur aftaná dystin. Eyðun staðfestir eitt gott leikligt avrik, og ein góðan hugburð hjá sínum spælarum, men samstundis kann hann iðra seg um, at dysturin koppaði skeivan veg seinastu løtuna.

Eyðun heldur avgjørt, at Víkingur stendur seg væl móti toppliðunum í Betrideildini. Tað sum fattast hjá Víkingi er at fáa meir burturúr móti teimum lægru liðunum, og tað fer Víkingur at stríðast fyri at fáa skil uppá tað sum eftir er av kappingini. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Eyðun Klakstein aftaná dystin í Sarpugerði í Norðragøtu móti KÍ. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari. Hoyr Teit taka samanum málini og ein uppibornan sigur til KÍ. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein ovurfegnan høvuðsvenjara hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.

Hesaferð gekk ikki hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum ímóti einum toppliði á heimavølli í Sarpgerði í Norðrgøtu

(Samrøða: Eyðun Klakstein)