FM1: Fegnast um seinna hálvleik - iðrar seg um fyrra hálvleik

(FM1) Tað var ein blandað uppliving hjá høvuðsvenjaranum hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen tá EB/Streymur tapti 0-2 móti HB

Savnsmynd av Jákup Martini Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi

Savnsmynd av Jákup Martini Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi

##med2##

EB/Streymur fer í eina stutta summarferiu við sjey stigum á sjeynda plássi við trimum stigum niður til niðurflytingarstrikuna.

Í kvøld tapti EB/Streymur 0-2 móti HB. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Tað fyrra var eitt málmansdropp - eitt sjálvmál - hjá Róa Zachariassen í málinum, og landsliðsleikarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen syrgdi fyri seinna málinum hjá HB.

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen hevur blandaðar kenslur um dystin. Hann er sera harmur um fyrra hálvleik, har hann heldur, at EB/Streymur forerar HB tvey mál. 

Hinvegin fegnast Jákup Martin um seinna hálvleik, har EB/Streymur helt HB frá at skora, og samstundis hótti nógv meira.

Jákup Martin gevur spælarunum eina summarferiu uppá tríggjar dagar, og so verður herja á aftur at fáa eina so góða endastøðu sum til ber í landskappingini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jákup Martin Joensen.

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum dystin. Teitur heldur, at talan var um ein rættiligan tryggan sigur hjá HB tá samanum kom, hóast tað ikki sá so prangandi út. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá HB. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou. 

 

 

Savnsmynd av Jákup Martini Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi

(Samrøða: Jákup Martin Joensen, og samanumtøka hjá Teiti Joensen)