FM1: Fer at krevja nógv at vinna HB aftur

(FM1) Teitur Joensen sær ikki fyri sær, at HB missir nógv stig aftrat í hesum kappingarárinum

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

- Eg síggi ikki fyri mær, at HB missir nógv stig aftrat í hesum kappingarárinum. Tað sum skal framvið HB má vinna eina longri røð av dystum, og samstundis vóna, at HB snávar. Orðini eigur viðmerkjarin hjá FM1, Teitur Joensen.

Teitur Joensen var gestur hjá Tróndi Arge í fótbóltspanelinum hjá FM1 seinnapartin í dag.

Teitur metti eisini um 14. umfar í Betrideildini, ið verður leikt sunnudagin:

Klokkan 15: HB-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

                   Víkingur-EB/Streymur

                   Skála-KÍ

Klokkan 17: AB-TB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 18: B36-ÍF (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið.

Savnsmynd

(Fótbóltspanelið 31. juli)