FM1: Filip meldaður klárur og gleðir seg til at umboða Føroyar

(FM1) Hoyr hvat Sonni Larsen, venjari, Filip Jojic, debutantur, Teis Horn Rasmussen og liðskiparin, Rókur Akralíð hava at siga um EM-undankappingardystin móti Kekkia í annaðkvøld

Hondbólts-Føroyar fegnast um, at Filip Jojic er meldaður klárur til EM-undankappingardystin móti Kekkia í annaðkvøld (Savnsmynd)

Hondbólts-Føroyar fegnast um, at Filip Jojic er meldaður klárur til EM-undankappingardystin móti Kekkia í annaðkvøld (Savnsmynd)

##med2##

Hondbóltsreportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal hevði eina møtimikla uppgávu tá hann skuldi gera fýra samrøður við umboð fyri hópin hjá manslandsliðnum í hondbólti, ið skal spæla EM-undankappingardyst móti Kekkia í høllini á Hálsi í annaðkvøld klokkan 20.

Upptakarin mátti sprittast. Teir fýra sum svaraðu spurningunum máttu halda upptakaran, og so mátti Sjúrður H. Hoydal við góðari Korona-frástøðu spyrja spurningarnar. Av tí sama komu spurningarnir ikki so væl uppá upptøkuna, tøkniliga.

Tí hava vita in.fo og FM1 valt at klipt saman úttalilsi hjá hesum fýra uttan spurningar:

1) Sonni Larsen, landsliðsvenjari.

2) Filip Jojic, debutantur.

3) Teis Horn Rasmussen.

4) Rókur Akralíð, liðskipari.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað mesta av tí, ið Sonni, Filip, Teis og Rókur søgdu við Sjúrð H. Hoydal um dystin móti Kekkia. Sjúrður sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari. 

Sonni kundi gleðiliga staðfesta, at Filip Jojic er meldaður klárur, og tað gevur Føroyum væl betri skotmøguleikar. Sonni undirstrikar tó, at liðavrikið er alt avgerandi. Filip fegnast um at vera meldaður klárur, og hann er sera fegin um at sleppa at umboð Føroyar á fyrsta sinni. Teis undirstrikar, at Føroyar eru "underdog", men hann minnir á, at tað hendir seg meir enn so, at tann undirtippaði vinnur. Rókur leggur dent á, at sterkt verjuspæl og góð kontraálop kunnu bera Føroyar langt í annaðkvøld. 

Hondbólts-Føroyar fegnast um, at Filip Jojic er meldaður klárur til EM-undankappingardystin móti Kekkia í annaðkvøld (Savnsmynd)

(Hoyr hvat Sonni Larsen, Filip Jojic, Teis Horn Rasmussen og Rókur Akralíð siga um EM-undankappingardystin móti Kekkia í annaðkvøld)