FM1: Fleyr livir enn í FM-finalustríðnum

(FM1) Hoyr hvussu Fleyr vann 3-0 á ÍF, og hoyr leikandi venjaran, Suna Juul Pedersen og Arthur Poulsen hjá ÍF seta orð á dystin

Suni Juul Pedersen (Fleyr) og Arthur Poulsen (ÍF) - Óli G. Samuelsen tók myndina

Suni Juul Pedersen (Fleyr) og Arthur Poulsen (ÍF) - Óli G. Samuelsen tók myndina

##med2##

Fleyr livir enn í FM-finalustríðnum í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.

Fleyr vann trý sera týðandi stig við at vinna 3-0 á ÍF á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn í kvøld.

Fleyr-ÍF 3-0 (25-22, 25-21 og 25-21)

Mjølnir er greitt á odda við 32 stigum. SÍ hevur 22 stig og Fleyr hevur 17 stig. ÍF er aftast við 13 stigum.

Um Mjølnir vinnur 3-0 ella 3-1 á SÍ í Sørvági fríggjakvøldið, og Fleyr vinnur 3-0 ella 3-1 á ÍF á Kambsdali leygardagin, so eru bara tvey stig á muni millum SÍ og Fleyr, so eitt spennandi vikuskifti er fyri framman.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.

2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við ein fegnan leikandi venjara hjá Fleyr, Suna Juul Pedersen og ein vónbrotnan Arthur Poulsen hjá TB. Suni staðfestir gleðiliga, at Fleyr livir enn, men hann innsær, at tað krevur tveir greiðar sigrar til Mjølnir móti SÍ og, at Fleyr vinnur greitt á ÍF á útivølli um Fleyr skal hava ein møguleika at hála inn á SÍ. Arthur Poulsen er harmur um, at teir í ÍF samskifta ov illa, og tað er nakað sum bøtast má um komandi dystirnar. ÍF fer annars í næstum á venjingarlegu í Pólandi, og teir eru vónríkir um at fáa nógv burturúr tí ferðini. 

 

 

Suni Juul Pedersen (Fleyr) og Arthur Poulsen (ÍF) - Óli G. Samuelsen tók myndina

(Fleyr-ÍF 3-0. Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður við Suna Juul Pedersen og Arthur Poulsen)