FM1: Fyrsti sigurin hjá SÍ-kvinnum hetta kappingarárið

(FM1) Hoyr avgerandi bóltarnar frá dystinum SÍ-Dráttur 3-1, og hoyr Jóhan Petur á Stongum seta orð á dystin. Fleyr vann 3-2 á TB

 

Sørvágskvinnur hava vunnið fyrsta sigurin hetta kappingarárið við heimasigri á Drátti (Mynd: SÍ á Facebook)

Sørvágskvinnur hava vunnið fyrsta sigurin hetta kappingarárið við heimasigri á Drátti (Mynd: SÍ á Facebook)

##med2##

SÍ og TB hava fingið síni fyrstu stig í meistaradeildini hjá kvinnum hetta kappingarárið, so ein enn meiri spennandi kapping hjá kvinnunum er í vænti.

Vesturi í Sørvági vann SÍ grannauppgerðina móti Drátti.

Dráttur vann fyrsta sett, men SÍ gjørdi eftir ein ordans vørr og vann trý tey næstu settini. Fjórða og seinasta sett vunnu sørvágskvinnur so ruddiliga.

Serbiska Julia Kuvshinova gjørdi stóran mun hjá SÍ í dag, og nú hon er komin veruliga í gongd hevur SÍ-liðið fingið munandi meira pondus. 

SÍ-Dráttur 1-3 (24-26, 25-22, 27-25 og 25-15)

Í høllini á Hálsi í Havn eydnaðist tað TB at vinna fyrsta stigið í hesum kappingarárinum, tá TB tapti tepurt 2-3 móti Fleyr.

Fleyr-TB 3-2 (23-25, 25-20, 20-25, 25-18 og 15-12)

TB og Fleyr spæla aftur í høllini í Trongisvági í morgin klokkan 14.30. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Mjølnir er á odda við 14 stigum. Dráttur hevur 12 stig. Fleyr er nummar trý við átta stigum, og KÍF er nummar fýra við sjey stigum. SÍ er næstaftast við trimum stigum, og TB er aftast við einum stigi. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hoyr eisini Óla taka samanum settini.

2) Hoyr Jóhan Petur á Stongum taka samanum dystin. Jóhan Petur heldur, at tá talan er um leikarar hevur Dráttur besta liðið í Føroyum, men tær fingu tað als ikki at rigga í dag. Jóhan Petur vil samstundis rósa SÍ, og serliga serbisku, Juliu Kuvshinova sum hann heldur lyftir liðið hjá SÍ sera nógv.

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Ruth Albinsdóttir hjá Drátti og Hallgerð T. Haraldsen hjá SÍ. 

##med3##

 

 

 

Sørvágskvinnur hava vunnið fyrsta sigurin hetta kappingarárið við heimasigri á Drátti (Mynd: SÍ á Facebook)

(SÍ-Dráttur 3-1. Avgerandi bóltarnir og samanumtøka hjá Jóhan Petur á Stongum)

Hoyr Jóhan Petur á Stongum taka samanum dystin SÍ-Dráttur 3-1 (Mynd: Óli G. Samuelsen)