FM1: Glaður fyri at skora og halda frástøðuna til Lettland

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum í dystinum Føroyar-Lettland 1-1 (1-1), og hoyr samrøðu við føroyska málskjúttan

Odmar Færø skoraði sítt fyrsta landsliðsmál fyri Føroyar. Málið tryggjaði okkum ein góðan javnleik í mun til stigatalvuna í okkara bólki í Nations League

Odmar Færø skoraði sítt fyrsta landsliðsmál fyri Føroyar. Málið tryggjaði okkum ein góðan javnleik í mun til stigatalvuna í okkara bólki í Nations League

##med2##

Føroyar hava framvegis ikki í søguni tapt móti Lettlandi. Nú hava vit ein sigur og tríggjar javnleikir í fýra dystum.

Triði javnleikurin kom í kvøld, tá Føroyar og Lettland spældu javnleik 1-1 á Tórsvølli. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki.

Odmar Færø javnaði við góðum stútara aftaná hornaspark bert tríggjar minuttir aftaná Lettland var komið á odda 1-0. Talan var um fyrsta landsliðsmálið hjá Odmar.

Við javnleikinum halda Føroyar frástøðuna niður til Lettland. Føroyar hava sjey stig og Lettland hevur trý stig. Malta og Andorra spæla nú, og hava tey eitt stig í part undan dystinum í Andorra La Vella. Har hevði ein javnleikur passað okkum væl.

Føroyar - Lettland 1-1 (1-1)

0-1: Janis Ikaunieks 25.

1-1: Odmar Færø 28.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Trónd Arge siga frá báðum málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við føroyska málskjúttan, Odmar Færø sum er væl foreintur við, at Føroyar megnaðu at halda frástøðuna til Lettland við javnleikinum. Odmar er eisini sera fegin um at kunna skora sítt fyrsta mál fyri landsliðið: - Vit hava nógvar spælarar sum eru sterkir við høvdinum, og gott at kunna gagnnýta tað, sigur Odmar Færø. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan, Hallur Hansson. 

##med3##

 

 

Odmar Færø skoraði sítt fyrsta landsliðsmál fyri Føroyar. Málið tryggjaði okkum ein góðan javnleik í mun til stigatalvuna í okkara bólki í Nations League

(Føroyar-Lettland 1-1. Hoyr málini, og samrøðu við føroyska málskjúttan, Odmar Færø)