FM1: Glenn er nøgdur við avrikið higartil

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl seta orð á 1-0 sigurin hjá NSÍ við Stórá í Trongisvági, og avrikini undan summarsteðginum

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ er nøgdur við 12 tey fyrstu umførini av landskappingini

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ er nøgdur við 12 tey fyrstu umførini av landskappingini

##med2##

Í dag vitjaði høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl aftur leikvøllin við Stórá í Trongisvági, har hann var higartil seinasti høvuðsvenjarin hjá felagsliðnum TB/FCS/Royn, kappingarárið 2018.

Einsamalla málið Oddur Højgaard skoraði fyri NSÍ tíðliga í fyrra hálvleiki gjørdist munurin millum liðini í dag.

Glenn Ståhl sigur í samrøðu við FM1, at teir í NSÍ vóru greiðir yvir, at tað fór at krevja hart arbeiði at knógva TB á útivølli, og hann er sera væl nøgdur við tað sum hansara menn avrikaðu í dag.

Í heila tikið er Glenn Ståhl nøgdur við avrikið hjá NSÍ tey fyrstu 12 umførini undan summarsteðginum, ið hava givið 29 stig. Glenn sigur, at hann er stoltur av liðnum.

NSÍ-arnir fáa summarferiu í fimm dagar áðrenn teir skulu tørna til aftur við venjingum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Glenn Ståhl.

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá TB, Michael L. Winther. 

 

 

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ er nøgdur við 12 tey fyrstu umførini av landskappingini

(Samrøða: Glenn Ståhl)