FM1: Góður ólavsøkusigur hjá B36 - hoyr málini og samrøðu

(FM1) Hoyr hvussu B36 vann 4-2 á Víkingi, og hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran Jákup á Borg

Sisu er altíð gott, men sigurin var enn søtari hjá Jákupi á Borg, ið sá sínar menn vinna ein góðan 4-2 sigur á Víkingi á Tórsvølli

Sisu er altíð gott, men sigurin var enn søtari hjá Jákupi á Borg, ið sá sínar menn vinna ein góðan 4-2 sigur á Víkingi á Tórsvølli

##med2##

B36 kom á slóðina aftur aftaná haltandi avrikið móti HB í farnu viku.

B36 vann 4-2 á Víkingi á Tórsvølli, har serliga avrikið í seinna hálvleiki var gott.

B36 – Víkingur 4-2 (2-2)

0-1: Sølvi Vatnhamar (13.)

1-1: Árni Frederiksberg (23.)

1-2: Finnur Justinussen (25.)

2-2: Michal Przybylski (44.)

3-2: Meinhard E. Olsen (62.)

4-2: Sebastian Pingel (69.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum er sera fegin um sigurin, og leikligu endurreisingina í mun til niðurtúrin móti HB. Umframt rósur til sínar menn fyri góð avrik kom Jákup eisini við einum priki til høvuðsvenjaran hjá HB, ið sigur seg ikki síggja B36 sum ein avbjóðara til FM-heitið. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Teiti Joensen.

 

 

Sisu er altíð gott, men sigurin var enn søtari hjá Jákupi á Borg, ið sá sínar menn vinna ein góðan 4-2 sigur á Víkingi á Tórsvølli

(B36-Víkingur 4-2. Hoyr málini og samrøða við Jákup á Borg)