FM1: Gullradio, steypafinaluupptakt og FFP

Tað verður ein fjølbroytt Sportbox á FM1 í dag. H71 gullradio, upptakt til steypafinalurnar í flogbólti og fótbóltsprát

Í Sportboxini, sum er á FM1 hvønn fríggjadag frá klokkan 15 til 18, verður H71-gullradio, upptakt til steypafinalurnar í flogbólti og fótbóltsprát við Teiti Joensen.

Frá klokkan 15 til 16 verður Hondbóltspanelið, har fegnir hoyvíkingar verða í studio og seta orð á stóra steypadagin í hondbólti, tá kvinnurnar á fyrsta sinni vunnu steypafinaluna, meðan menninir vunnu á fjórða sinni. Sjúrður H. Hoydal er vertur.

Frá klokkan 16 til 17 fer tað at snúgva seg um millum annað revsingina hjá Manchester City, sum er dømt fyri at hava snýtt við tølunum, fyri at lúka treytirnar í FFP. Hugt verður eisini nærri at Champions League, Europa League, løgnum flytunum og føroyskum fótbólti. Teitur Joensen er gestur.

Eftir tíðindini klokkan 17 verður upptakt til steypafinalurnar í flogbólti. FM1 hevur fylgt flogbóltinum allan vegin í hesum kppingarárinum. Tað verður Óli G. Samuelsen, ið skipar fyri.