FM1: H71 sløkti seinastu vónina hjá VÍF

(FM1) Hoyr Inga Olsen, venjara hjá H71 og toppskjúttan hjá VÍF, Rannvá Olsen seta orð á 32-27 sigurin hjá H71 á VÍF í Hoyvíkshøllini

Marita Mortensen skoraði níggju mál fyri H71 í kvøld

Marita Mortensen skoraði níggju mál fyri H71 í kvøld

##med2##

Tann seinasti teoretiski møguleikin hjá VÍF-kvinnum at røkka FM-hálvfinalunum er sløktur aftaná 27-32 tapið hjá VÍF fyri H71 í Hoyvíkshøllini. VÍF var væl við í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru inn til steðgin var H71 bara á odda við einum máli 16-15.

VÍF hevur 10 stig og seks stig upp til StÍF, ið hevur 16 stig. Teoretiskt kann VÍF við trimum dystum eftir røkka 16 stigum, men StÍF er betri innanhýsis móti VÍF, og tí kunnu vestmannakvinnur ikki koppa strandakvinnum av fjórða plássinum.

Í høllini á Hálsi í Havn fekk Kyndil hevnd fyri steypahálvfinalutapið móti Neistanum. Kyndilskvinnur vunnu 24-19. Í steðginum var Kyndil á odda 12-10.

H71-VÍF 32-27 (16-15)

Toppskjúttar H71: Maria H. Weyhe 9, Marita Mortensen 9 og Jana Mittún 5.

Toppskjúttar VÍF: Rannvá Olsen 6 og Agnas Olsen 6. 

Kyndil-Neistin 24-19 (12-10)

Toppskjúttar Kyndil: Bára K. Hansen 6, Súna K. Hansen 5 og Nadia Pejovic 5.

Toppskjúttar Neistin: Marjun F. Danberg 6 og Gunnfríð Nólsoy 5. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum í Hoyvíkshøllini. 

2) Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá H71, Inga Olsen og Rannvá Olsen, ið skoraði seks fyri VÍF. Rannvá vildi heldur enn gjarna vunnið á liðnum hjá pápa sínum, men tað eydnaðist ikki. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL (víðari til hálvfinalur)1643833310527
 H71 (víðari til hálvfinalur)154474024523
 NEISTIN (víðari til hálvfinalur)154263487819
 STÍF (víðari til hálvfinalur)16449452-316
 VÍF15385412-2710
 VB15357451-949
 STJØRNAN16396500-1044

 

 

 

Marita Mortensen skoraði níggju mál fyri H71 í kvøld

(Samrøður: Ingi Olsen og Rannvá Olsen)