FM1: H71 steypavinnari hjá kvinnum - Hoyr dystarendan og samanumtøku

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá dystarendanum H71-Neistin 22-20, og hoyr samanumtøku hjá Teiti Joensen

Maria H. Weyhe hjá H71 skorar eitt av sínum átta málum í Faxe Kondi steypafinaluni móti Neistanum

Maria H. Weyhe hjá H71 skorar eitt av sínum átta málum í Faxe Kondi steypafinaluni móti Neistanum

##med2##

H71 var eina lítla tonn betri enn Neistin í Faxe Kondi steypafinaluni hjá kvinnum. 

Tað endaði við einum 22-20 sigri til H71, ið var á odda 12-9 í steðginum. Tað var ofta í dystinum, at H71 dróg frá við nøkrum málum, so nærkaðist Neistin aftur, og so dróg H71 frá aftur og økti við nøkrum málum.

Maria H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við 8 málum, og Marjun Danberg var toppskjútti hjá Neistanum við 8 málum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá spennandi dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

2) Hoyr samanumtøkuna hjá Tróndi og Teiti. Teitur heldur, at H71 var tonnina betri enn Neistin, men hann vil rósa Neistanum fyri at stríðast væl so munurin ongantíð gjørdist stórur í dystinum

HER  ber til at hoyra gullsamrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við níggju spælarar, venjara og hjálparvenjara hjá H71 aftaná dystin. Hoyr eisini steypahandanina.

Maria H. Weyhe hjá H71 skorar eitt av sínum átta málum í Faxe Kondi steypafinaluni móti Neistanum

(Dystarendin H71-Neistin 22-20. Tróndur Arge segði frá. Hoyr eisini samanumtøku hjá Teiti Joensen)