FM1: Håkan er søguligur við 10 stigum í kappingini

(FM1) Håkan Ericson og landsliðsspælararnir hava sett stigamet. Hoyr landsliðsvenjaran seta orð á avrikið á Tórsvølli

Håkan Ericson og hjálparvenjarin, Eli Hentze fegnast um enn ein sigur

Håkan Ericson og hjálparvenjarin, Eli Hentze fegnast um enn ein sigur

##med2##

Fyri fyrstu ferð hava Føroyar eitt tveysiffrað stigatal í einari UEFA ella FIFA kapping. Tað er veruleiki aftaná 2-0 sigurin á Andorra í Nations League D.

Seinast vit settu stigamet í einari undankapping var tað aftaná 1-0 sigur á Andorra í HM-undankappingardysti á Tórsvølli 3. september í 2017. Tá fingu vit fyri fyrstu ferð níggju stig í einari undankapping.

Håkan Ericson hevur fingið tríggjar sigrar, ein javnleik og eitt tap móti helst sterkasta landsliðnum í norðanlondum, Danmark.

- Eg eri nøgdur við avrikið, hóast spælið ikki heilt gekk soleiðis, sum vit høvdu vónað. Gulu kortini, sum Hallur og Brandur fingu tíðliga í dystinum, skilti eg ikki. Eg eri glaður um, at okkara spælarar ikki sóu gult fyri at lata seg provokera. Undan dystinum, bæði í kvøld og tá vit spældu ímóti teimum á útivølli, lótu vit okkum ikki provokera, og tað eri eg fegin um, sigur venjarin Håkan Ericson, sum leggur aftrat:

- Tað kemur illa við, at so týdningarmiklir spælarar sum Hallur og Brandur vera leikbannaðir í Lettlandi, men tað mugu vit fyrihalda okkum til og seta miðvøllin av nýggjum, sigur Håkan Ericson.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Håkan Ericson fyrr í kvøld. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge og Teit Joensen siga frá báðum málunum hjá Klæminti A. Olsen. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tvímálsskjúttan. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jóannes Bjartalíð.

HER  ber til at hoyra viðmerkjararnar, Teitur Joensen og Jens Martin Knudsen taka samanum føroyska avrikið.

Håkan Ericson og hjálparvenjarin, Eli Hentze fegnast um enn ein sigur

(Fyrsti føroyski landsliðsvenjarin við 10 stigum. Samrøða við Håkan Ericson)