FM1: Hákun ætlar at spæla í bundesliguni

(FM1) Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Inga Olsen, hondbóltsviðmerkjara og Hákun West av Teigum, ið spælir við Skanderborg

Hákun West av Teigum spælir við Skanderborg í bestu donsku hondbóltsdeildini

Hákun West av Teigum spælir við Skanderborg í bestu donsku hondbóltsdeildini

##med2##

- Eg havi sum mál at spæla í bundesliguni. Hákun West av Teigum ætlar at gerast annar føroyingurin, ið spælir í týsku bundesliguni í hondbólti.

Hákun West av Teigum, ið spælir við Skanderborg í bestu donsku hondbóltsdeildini var seinni gesturin hjá Sjúrði H. Hoydal í hondbóltssendingini á FM1 seinnapartin.

Fyrri gesturin var hondbóltsviðmerkjarin, Ingi Olsen sum tók samanum kappingarnar í SMS-deildini og Burn-mansdeildini higartil.

Sunnudagin klokkan 14 og klokkan 16 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystunum í kvinnu- og mansdeildini millum H71 og Neistan í Hoyvíkshøllini. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hondbóltssendingina, ið var á FM1 seinnapartin. 

Hákun West av Teigum spælir við Skanderborg í bestu donsku hondbóltsdeildini

(Hondbóltssendingin á FM1 16. oktober)