FM1: Hanus Jacobsen og Ósá mettu um 3. umfar í Betrideildini

(FM1) Hoyr sendingina Fótbóltspanelið, ið Tróndur Arge hevði beinleiðis úr Víkinga-húsinum í Sarpugerði

Hanus Jacobsen og Jákup Ósá vóru gestir hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum hjá FM1, ið var sent úr Víkinga-húsinum í Sarpugerði í Norðragøtu seinnapartin í dag (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

Hanus Jacobsen og Jákup Ósá vóru gestir hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum hjá FM1, ið var sent úr Víkinga-húsinum í Sarpugerði í Norðragøtu seinnapartin í dag (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

##med2##

 

Seinnapartin var sendingin Fótbóltspanelið send beinleiðis úr Víkinga-húsinum í Sarpugerði í Norðragøtu.

Gestir hjá Tróndi Arge vóru Víkinga-legendan, Hanus Jacobsen sum legði gaggurnar á hilluna aftaná farna kapppingarár, og Jákup Ósá frá Norðlýsinum og bólt.fo.

Hanus og Jákup mettu um dystirnar sum verða í Betrideildini hetta vikuskiftið:

Dystirnir eru:

Fríggjakvøld klokkan 19: Víkingur-NSÍ

Leygardagin klokkan 14: B36-Skála

Leygardagin klokkan 16: ÍF-KÍ

Leygardagin klokkan 18: EB/Streymur-TB

Sunnudagin klokkan 15: AB-HB

Í byrjanini av sendingini var eisini tikið stutt samanum fótbóltsyrkisleiðina hjá Hanusi Jacobsen.

Hanus verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Tróndi Arge á FM1 í kvøld. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið.

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá øllum fimm dystunum, ið verða leiktir í Betrideildini hetta vikuskiftið.

Øll kunnu hoyra beinleiðis frásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við formennirnar hjá Víkingi og ÍF, Brandur Jacobsen og Georges Rouah. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar gjørdi við Jacobu Langgaard hjá ÍVB, og Hannu Olsen, ungdómsvenjara hjá Víkingi. 

Hanus Jacobsen og Jákup Ósá vóru gestir hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum hjá FM1, ið var sent úr Víkinga-húsinum í Sarpugerði í Norðragøtu seinnapartin í dag (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

(Fótbóltspanelið 22. mai. Gestir: Hanus Jacobsen og Jákup Ósá)