FM1: HB-NSÍ klokkan 15 og B68-KÍ klokkan 16

Seinnapartin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum verandi gullvinnarar, HB og verandi silvurvinnarar, NSÍ sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali. Dysturin byrjar klokkan 15

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum verandi gullvinnarar, HB og verandi silvurvinnarar, NSÍ sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali. Dysturin byrjar klokkan 15

Seinnapartin spennir FM1 seg aftur út við beinleiðis fótbóltsfrásagnum.

Klokkan 15 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá dystinum millum nummar eitt og tvey farna kappingarár, HB og NSÍ sum spæla á ovara vølli í Gundadali í Havn.

Fylgt verður við í gongdini í dystunum Víkingur-TB í Sarpugerði í Norðragøtu og 07 Vestur-B36 á Dungasandi í Sørvági, ið eisini byrja klokkan 15.

Petur Asbjørn Lervig verður staddur á Svangaskarði saman við viðmerkjaranum, Jákup A. Olsen til dystin millum B68 og KÍ, ið byrjar klokkan 16. 

Samrøður verða við umboð fyri tey ymisku liðini sum eru í leiki í dag.

Samrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo seinni í dag. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum verandi gullvinnarar, HB og verandi silvurvinnarar, NSÍ sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali. Dysturin byrjar klokkan 15