FM1: Helgi og Rasmus tóku samanum fyrsta triðingin av kappingini

(FM1) Helgi L. Petersen og Rasmus Nolsøe mettu eisini um 10. umfar, ið verður í Betrideildini hetta vikuskiftið

Helgi L. Petersen og Rasmus Nolsøe vóru gestir í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin (Mynd: Tróndur Arge)

Helgi L. Petersen og Rasmus Nolsøe vóru gestir í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin (Mynd: Tróndur Arge)

##med2##

Helgi L. Petersen og Rasmus Nolsøe vóru gestir hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin.

Til viðgerðar vóru avrikini hjá teimum 10 liðunum í Betrideildini fyrsta triðingin av kappingini, og hvat Helgi og Rasmus vænta komandi tveir triðingarnar av kappingini.

Rasmus og Helgi mettu eisini um 10. umfar í Betrideildini:

Fríggjadagin klokkan 19: EB/Streymur-B36 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Sunnudagin klokkan 15: ÍF-TB

Sunnudagin klokkan 15: Skála-HB

Sunnudagin klokkan 17: AB-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

NSÍ, B36 og serliga HB eru stórir favorittar, meðan ÍF og KÍ eru teir minnu favorittarnir í hesum umfarinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað longra Fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin í dag. 

Helgi L. Petersen og Rasmus Nolsøe vóru gestir í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin (Mynd: Tróndur Arge)

(Longri Fótbóltspanel við Helga L. Petersen og Rasmus Nolsøe)