FM1: Her eru dreymaliðini hjá Símuni

Fótbóltspanelið: Símun Samuelsen er gestur og fortelur millum annað hví hann er givin

##med2##

Í Fótbóltspanelinum, sum var á FM1 í dag, var Símun Samuelsen gestur. Eftir eina langa yrkisleið í fótbólti, hevur hann nú valt at leggja gaggurnar á hillina.

Hann greiddi í Fótbóltspanelinum frá avgerðini at gevast, hóast hann júst hevur havt tvey góð kappingarár við HB. Hann sigur millum annað, at hann vildi gevast meðan hann enn hevði nakað at geva, heldur enn at verða borin av vøllinum.

 ##med3##

Símun Samuelsen fortaldi eisini um hugin at spæla fótbólt, tíðina í Íslandi og harða dystin móti skaðanum. Hann heldur fyri, at ein spælari skal heldur brúka longri tíð at koma fyri seg, enn at verða ov skjótur aftur á vøllin.

At enda í sendingini setti hann eisini eitt lið av bestu viðspælarunum, og eitt lið av torførastu mótstøðuspælarunum. Hann tók støðið í tíðini frá 2010, tá hann kom aftur til føroyskan fótbólt.

Dreymaliðini hjá Símuni Samulsen: 

Viðspælarar (4-4-1-1)

Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Lasse T. Andersen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos, Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Brynjar Hlöðversson, Adrian Justinussen - Tróndur Jensen - Andrew av Fløtum

Mótstøðuspælarar (3-5-2)

Tórður Thomsen - Odmar Færø, Atli Gregersen, Hørður Askham - Jákup á Borg , Sølvi Vatnhamar, Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen – Klæmint A. Olsen, Arnbjørn Hansen

Fótbóltspanelið 7. feburar 2020 - Gestur er Símun Samuelsen

QWC 2006 Israel vs. Faroe Islands 2-1 (08.10.2005)