FM1: Hetta er støðan hjá Jóan Símuni í Arminia

Jóan Símun Edmundsson hevur nú greitt frá støðuni í Arminia Bielefeld. Hoyr samrøðuna her

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Jóan Símun Edmundsson í dysti móti Eysturríki

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Jóan Símun Edmundsson í dysti móti Eysturríki

##med2##

Tað fór beint í søgubøkurnar, tá Arminia Bielefeld flutti upp í Bundesliguna, sum er besta deildin í týskum fótbólti, og Jóan Símun Edmundsson tryggjaði teimum fyrsta sigurin í 11 ár í bestu deildini. Hon verður roknað sum ein av fimm teimum størstu landskappingunum í Evropa saman við Premier League í Onglandi, Seria A í Italia, La Iiga í Spania og Lige 1 í Fraklandi.

Hoyr samrøðuna við Jóan Símun við at trýsta á pílin undir myndini

– Eg eri ótrúliga glaður fyri hvønn minutt, sum eg havi fingið í Bundesliguni og tað var eitt hæddarpunkt at fáa eitt mál. Hinvegin, so havi eg eisini kensluna av, at eg ikki veit um eg eri góður nokk til at spæla í Bundesliguni. Tað er líka sum, at tú følir ikki at tú veist tað, tá tú ikki hevur byrjan nakran dyst. Sjálvt um eg havi fingið nakar minuttir, so er tað ringt at siga út frá teimum hvat støðið er. Tað er kanska tann kenslan, sum tú stendur eftir við. Ja, eg havi prøvað tað, men eg hevði so gjarna vilja fingið ein dyst ella tveir frá byrjan, har tú fært ordiliga følt hvussu tað er, sigur Jóan Símun Edmundsson. 

Brostni Bundesligan dreymurin

Tað byrjaði sum eitt ævintýr, tá Jóan Símun Edmundsson skoraði sigursmálið móti FC Køln í 2. umfari. Dystin eftir kom hann á vøllin í seinasta minuttinum, men bara ein góð bjarging frá málverjanum hjá Werder Bremen, gjørdi at toftamaðurin ikki vann felagnum eitt stig.

Síðani hevur tað givið niðureftir. Jóan Símun hevur ikki verið at sæð í hópinum hjá Arminia Bielefeld síðani 16. desembur, tá hann sat á bonkinum alla dystin móti FC Augusburg. Hann hevur ikki verið á vøllinum síðani 2-0 ósigurin fyri Borussia Dortmund 31. oktobur í fjør. So hvat er hent við toftamanninum í Arminia?

– Tað er ein góður spurningur. Eg veit faktist ikki ordiliga sjálvur. Eg havi ikki tosað so nógv við venjaran ella nakran. Eg eri ikki feilfríur og eg havi gjørt mínar feilir, og tað veit eg at eg havi gjørt, men tað hevur ongantíð verið orsaka av manglandi motivatión, ella tí eg ikki vil tað nokk, sigur Jóan Símun Edmundsson.

##med3## 

Hann kemur ikki neyvt inn á hvat tað er, men tað tykist sum talan er um frustratiónir, ið er komnar til sjóndar í onkrari venjing.

– Eg havi havt nakrar frustratiónir onkuntíð, men tá alt kemur til alt, so má eg bara virða, at venjarin hevur valt onkrar aðrar, sum eru betri enn eg. Tað má bara verða tí eg ikki havi spælt. Sum tað er við fótbólti, so má eg bara góðtaka støðuna og gera mítt besta. Tað havi eg gjørt, men tað hevur ikki rokkið til, og tí eri eg eitt sindur úti í kuldanum beint nú, sigur toftamaður í Týsklandi.

 ##med4##

Spurningurin er so, um tíðin í Arminia Bielefeld er komin at enda, tí sáttmálin gongur út í summar og tað gongur illa at vinna seg á liðið aftur.

– Sum tað gongur nú, so er tað ósannlíkt at sáttmálin verður longdur. Eg veit ikki um tað fer at broytast, men tað eru løgnari ting hend í fótbólti. Eg arbeiði fram ímóti at koma á liðið, men tað sær eitt sindur svart út, fyri at siga tað akkurát sum tað er, sigur Jóan Símun Edmundsson.

Jóan Símun Edmundsson og manslandsliðið skulu í kvøld spæla móti Skotlandi í HM 2022-undankappingini. Dysturin byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at send frá klokkan 19.

##ms##

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Jóan Símun Edmundsson í dysti móti Eysturríki

FM1: Samrøða við Jóan Símun Edmundsson

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Mynd: Jóan Símun Edmundsson hevur skorað móti FC Køln og tryggjað Arminia Bielefeld fyrsta sigurin í Bundesliguni í 11 ár