FM1: Hondbóltspanel við Helga Hoydal og Turið Arge Samuelsen

(FM1) Hondbóltspanelið á FM1 var um EM í manshondbólti, heimligu hondbóltskappingarnar og gongdina hjá føroyingaliðnum í Stavanger

Helgi H. Hoydal landsliðsspælari og spælari hjá Viking Stavanger var fyrri gesturin í Hondbóltspanelinum á FM1 í dag

Helgi H. Hoydal landsliðsspælari og spælari hjá Viking Stavanger var fyrri gesturin í Hondbóltspanelinum á FM1 í dag

##med2##

Sjúrður H. Hoydal, hondbóltsreportari hjá FM1 hevði tveir gestir í sendingini Hondbóltspanelið í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag.

Fyrri gesturin var Helgi H. Hoydal, ið spælir við oddaliðnum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Viking Stavanger.

Sjúrður og Helgi umrøddu EM í manshondbólti, gongdina hjá Viking Stavanger og Faxe Kondi steypakappingina hjá monnum.

Seinni gesturin hjá Sjúrði H. Hoydal var Turið Arge. Saman umrøddu tey Faxe Kondi kappingina hjá kvinnum, og tey numu eisini við komandi avbjóðingarnar hjá kvinnulandsliðnum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Hondbóltspanelið.

##med3##

Helgi H. Hoydal landsliðsspælari og spælari hjá Viking Stavanger var fyrri gesturin í Hondbóltspanelinum á FM1 í dag

(Hondbóltspanelið 24. januar. Gestir: Helgi H. Hoydal og Turið A. Samuelsen)

Turið Arge var seinni gesturin í Hondbóltspanelinum á FM1 í dag